Vinna

40 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric

...

2018-02-21 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hendrik Andreasen, Haldórsvík


40 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric

1. februar 2018 hevur Hendrik Andreasen 40 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric.

Tey fyrstu árini starvaðist Hendrik sum elektrikari, men síðani tíðliga í 80´unum hevur Hendrik starvast sum el installatør hjá Pf. Leif Mohr og síðan hjá Pf. LM Electric. Hendrik er útbúgvin elektrikari. Hann fór í læru hjá Tórshavnar Skipasmiðju og var útlærdur í juni 1976. Eftir hetta fór Hendrik at læra til installatør í Odense, og tók hann installatørprógv í januar 1978.

Í sínum langa arbeiðslívi hjá LM hevur Hendrik, saman við øðrum, havt ábyrgd av nógvum av Føroya størstu elinleggingum. Nevnast kunnu til dømis frá byrjan av Norðurlandahúsið, Hotel Føroyar, Svimjihøllin í Gundadali, ymisk flakavirkið, Føroya Handilsskúli, Brunatryggingin, Dimmalætting, SMS, Albert Hall, Eik Bankar, Skúlin við Løgmannabreyt, Banknordik, SEV og nú ikki minst, - Glasir í Marknagili.

Hendrik er 64 ár og ættaður úr Haldórsvík, sonur Edvard og Piddu. Hendrik hevur fimm systkin, Henry, Christian, Helena, Marianna og Andrea, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Hendrik er føddur og uppvaksin í Haldórsvík.

Hendrik er sera áhugaður í seyði. Nógv av sínari frítíð nýtir Hendrik til at rokast við seyðahaldi, og líknandi í heimbygdini og í Tjørnuvík. Náttúran hevur hansara stóra áhuga, og oftani er hann túrar í føroysku fjøllunum um summarið.

Hendrik hevur nógvar dygdir. Hóast sera lítillátin, ger hann altíð sítt arbeiði til lítar. Hendrik er altíð til reiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Hendrikki til stóra gleði hjá fyritøkuni. Við 40 ára royndum er hann eisini ein góður stuðul hjá bæði lærlingum og starvsfeløgum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder