2018-02-17 10:36

4 línuskip loystu í gjárkvøldið og settu kós móti Íslandi, tey eru: Sandshavið, Kambur, Stapin og Eivind..
Skipini Kambur, Stapin og Eivind hava ligið á Kollafirði síðan tey komu heim av Flemish Cap, í gjár tóku tey útgerð - sí myndirnar niðanfyri.
Línuskipini Klakkur og Skørin eru í morgun stødd útfyri Eysturlandinum, línuskipini, sum hava verið í Íslandi, hava havt góðan fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald