2015-08-02 21:01
Í dag hava Erling Eidesgaard, Leivur Dahl Michelsen, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard og Erlendur Simonsen svomið um Kolturssund. Tey fóru av hellini í Koltri um middagin og hálvan tíma seinni komu tey á land ú Hesti.
Erling Eidesgaard skrivar soleiðis á Facebook:
Í dag vóru vit fýra, ið gjørdu Magnusi í Koltri kynstrið eftir og svumu um Kolturssund. Vit fóru av helluni í Koltri um middagsleitið og uml. hálvan tíma og hálvanannan kilometur seinni stóðu vit á helluni á Hestoynni. Í dag var eingin maður fyri okkum við øks, men hesaferð vóru ørindini ikki júst at fríggja. Ein deiligur túrur í dýrdarveðri.
Les eisini søgnina um "Koltursdreingin, sum svam í Hest" LES HER.
Myndirnar eigur Erling Eidesgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald