Mentan

3.500 fólk vitjaðu Glasir

...

2018-08-10 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 MYNDAFRÁS??GN: Í gjár upprann so dagurin, har fyribils punktum varð sett fyri byggingini av Føroya størstu bygningsverkætlan, Glasi, tá Landsverk avhendaði Mentamálaráðnum bygningin. Hetta varð gjørt við eini almennari móttøku, har umleið 3.500 komu á gátt at síggja stásiliga bygningin, ið verður karmurin um miðskúlaútbúgvingarnar í Havn komandi mongu árini.

Áhugin at síggja nýggja og stórsligna miðnámsskúlan við Marknagil var ovurhonds stórur. Ein teljing við dyrnar vísir, at umleið 3.500 fólk nýttu høvið at síggja skúlan, og tá flest vóru inni undir móttøkuni, var talið umleið 1.900.

Húsið lat upp klokkan 14.30, har Finnur Hansen Trio spældu fyrsta hálva tíman, áðrenn sjálv móttøkan byrjaði klokkan 15 við eini áhugaverdari framførslu hjá tónleikabólkinum, Frum.

Tann fyrsti á røðaralistanum var stjórin á Landsverki, har hann millum annað segði soleiðis:

- Góðan dagin, øll somul, og hjartaliga vælkomin til móttøku her á Glasi, har vit nú formliga handa Mentamálaráðnum nýggja skúladepilin og alment lata dyrnar upp fyri Føroya fólki til hetta stásiliga og framskygda bygningsverk. Seks ár eru nú liðin, síðani vit høvdu lisitatión til hesa framúr spennandi verkætlan, sum vit eru sera errin av at hava fingið upp at standa. Hetta er eisini uttan iva tann mest kompliseraða verkætlan, sum er gjørd her á landi, tá vit hugsa um serstaka sniðið, stórslidna arkitekturin og støddina á bygninginum, segði Ewald Kjølbro.

Kostnaðurin fyri bygningin, ið er umleið 19.500 fermetrar til støddar, er settur at vera 636,5 milliónir krónur. Hetta svarar til 32.600 krónur, tá maskinur og innbúgv eru íroknaði.

- Samanbera vit kostnaðin við aðrar stórar byggiverkætlanir bæði her í Føroyum, men eisini aðrastaðni ??? eitt nú í Danmark ??? so haldi eg, at vit hava fingið nógv fyri peningin. Nevnast kann, at Skúlin á Fløtum her við síðuna av eftir ætlan fer at kosta umleið 33.000 krónur fyri fermeturin. Nýggi Legobygningurin, Legohouse í Billund, sum BIG eisini hava teknað, kostaði 50.000 krónur fermeturin. Eg kundi nevnt fleiri dømir við líknandi ella hægri fermetrakostnaði, men lat tað fara, segði Ewald Kjøbro í røðu síni.

Hann upplýsti eisini, at undir allari tilgongdini hevur Landsverk havt sáttmálar við 31 arbeiðstakarar, 11 veitarar av innbúgvi og 7 reingerðarfyritøkur. Í sjálvum byggitíðarskeiðinum hava í miðal umleið 150 fólk arbeitt á byggiplássinum, sum í tímum svarar til umleið 640 ársverk tilsamans.

- Stóra tøkk øll somul fyri tykkara ídni og stóra íkast til at fáa gjørt hendan stásiliga skúlan til veruleika. Eg vil eisini takka byggileiðslu, eftirliti og ráðgevum fyri tykkara avrik. Tit hava í verki víst, at tit megna at lyfta eina so stóra uppgávu og koma á mál, hósast ágangurin og avbjóðingarnar hava verið stórar. Vegna byggileiðsluna hjá Landsverki skal eisini ljóða ein stór tøkk fyri tað góða samstarvið, sum hevur verið á byggiplássinum. Ikki minst fyri tann vælvilja, sum hvør einstakur handverkari og arbeiðsfólk hava lagt í ta einstøku uppgávuna. Hetta eru vit sera takksom fyri, segði Ewald Kjølbro.

Eisini nýtti stjórin á Landsverki høvið at takka Mentamálaráðnum fyri samstarvið við bæði fyrrverandi og núverandi landsstýrisfólkum.

- At enda vil eg ynskja tykkum næmingum, sum skulu ganga her, og tykkum, ið fara at starvast her ??? bæði leiðslu, lærarum og starvsfólkum annars ??? til lukku við hesum nýggja og stásiliga skúla, og góða eydnu við tí virksemi, sum skúlin verður karmur um, endaði Ewal Kjølbro røðu sína.

Hini á røðaralistanum vóru Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, Bjarke Ingels og Finn Nørkjær, arkitektar hjá BIG, Rosan Bosch, innandura sniðgevi, og Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Undir móttøkuni framførdi Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson eina kantatu við heitinum ???kantina magica???, sum Unn Patursson hevur gjørt tónleikin til, og Maria Róadóttir Jæger orðini. Verkið var ein gáva frá Mentamálaráðnum til Glasir, sum Rigmor Dam handaði Boga Bech Jensen. Eisini sang Havnarkórið yrkingina ???Sløttumenn??? eftir Williami Heinesen, sum Vagn Holmboe gjørdi satsin til.

Glasir fekk somuleiðis gávu handaða frá Tórshavnar Býráð. Hetta var ein miniútgáva av standmyndini við Svimjihøllina í Gundadali, sum Gunnvør Balle, varaborgarstjóri handaði rektararanum á Glasi.

Sjey listafólk hava listprýtt Glasir, ið serliga eru at síggja í innanhýsis trappurúminum. Av teimum 40 uppskotunum, sum komu inn, valdi listprýðisnevndin sjey listafólk til at standa fyri hesum. Tey eru Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Anker Mortensen, Rannvá Kunoy, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð.

Somuleiðis er eitt legomodell av Glasi komið til Føroya í sambandi við móttøkuna, sum føroyingurin Helgi Toftegaard, ið er búsitandi í Danmark, hevur gjørt, og sum verður sýnt fram á skúlanum.

Landsverk hevur latið gera ein ein faldara um Glasir í sambandi við móttøkuna. Faldarin kann takast niður HER.

Sí eisini stóra myndafrásøgn við at trýsta á fyrstu myndina niðanfyri og síðani blaða við pílinum á hvørji einstakari mynd. 

Myndir: HeinesenMyndir / Landsverk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder