Mentan

32 konsertir á trimum pallum

...

2019-08-07 15:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin.

Ársins Summar Festivalur bjóðar 32 konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar. Harafturat verður eisini undirhald og tónleikur at uppliva í Silvalandi og á tjaldplássinum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Tríggir pallar eru á sjálvum festivaløkinum ??? stóri pallur á Vágsbø, Tjaldið og Torgið.

Fyrsta konsertin verður í Tjaldinum hóskvøldið kl. 19.00, tá ið unga songkvinnan Victoria á Lakjuni fær høvi at seta festivalin í gongd. Síðani spæla útlendskir og føroyskir bólkar konsertir av ymiskum slagi á teimum trimum pallunum.

Hesaferð koma sjey artistar úr útlandinum. Tað eru Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Chris Norman, Killer Queen, Kongkamerat, Elona Planman og Ola Nordskar. Afturat teimum standa 25 føroyskir bólkar og solistar á skránni ??? teirra millum eru Marius Ziska, Lea Kampmann, Swangah, Samsint, Hamradun, Magni Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Dynamit Perlur.

Umframt høvuðspallarnar verða eisini framførslur í Silvalandi ??? eitt nú við við Trølla-Pæturi og við yngri sangarum. Og á tjaldplássinum fara plátuvendarar at diska.

Hetta er 16. ferðin, at Summar Festivalurin verður hildin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder