2017-12-11 21:14
Í viku 49 vóru sprongdir 22 metrar á Hvítanesi og 20 metrar á Strondum. Harumframt var fyrsti brunnurin gjørdur liðugur á Hvítanesi, eins og umleið helmingurin av rundkoyringini. Teinurin frá rundkoyringini til Strendur er nú liðugt sprongdur og samstundis sum rundkoyringingin verður gjørd liðug, verður byrja at bora móti Rókini og Hvítanesi.
Tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -52,5 metrar, meðan rundkoyringin er á -71,9 metrar. Har tunnilin er djúpastur, er hann á -187metrum.
Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.476 metrar og á Strondum 1.625 metrar. Samanlagt gevur tað 3.101 metrar, tað skrivar felagið Eystur- og Sandoyartunlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald