Jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn gav so frægt av pengum, at Barnabati kundi fáa 30.000 krónur at lata til jólahjálp
Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn fór hesaferð til Barnabata, sum ger eitt stórt arbeiði fyri at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum um jólini.
Tilsamans fekk Barnabati í ár hjálpt útivið 240 barnafamiljum við jólahjálp í ár, og er talan um 500 børn, ið sostatt fáa hjálp til jólini, ið gjarna verður útgoldið við gávukortum.
Lions Club Tórshavn fegnast um, at jólatiltakið fekk so frægt av pengum, at Barnabati kundi fáa 30.000 krónur at lata til jólahjálp.
Á limafundinum hjá Lions Club Tórshavn, tá ið pengarnir vórðu handaðir, greiddi Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, frá arbeiðinum hjá felagsskapinum og ikki minst jólahjálpini.
At tørvur veruliga er á jólahjálpini, verður ikki minst staðfest av, at so mong børn liva undir tí, ið vanliga verður mett sum fátækramarkið í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald