2018-06-10 22:14

Ferðamannaskipið Mein Schiff 3 nærkast Føroyum, og skal eftir ætlan koma á Havnina í morign klokkan 7.
Skipið er 293 metrar til longdar, og góðar 36 metrar breitt. Skipið er bygd í Finnlandi, og kostaði tað 360 mió Euro at lata tað byggja. Tað er felagið Tui Cruises ið eigur skipið, sum var tikið í sigling í 2014. Mein Schiff er heimahoyrandi á Malta.
Mein Schiff 3 tekur 2500 ferðafólk, og manningin telur 1000 fólk, so væntandi vera nógv fólk á gøtunum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald