Mentan

2.830 harur skotnar í 2018

...

2019-01-02 18:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyðfinn Magnussen skrivar:

2.830 HARUR SKOTNAR Í 2018 - sigur fyribils uppgerð.

Hetta er minni enn helvtina av tí, sum varð skotið í 2017, tá teir fingu 6.409 harur. Hetta vísir ein fyribils uppgerð, sum var gjørd, 2. januar. Eisini túratalið er munandi lægri enn í fjør. Higartil eru skrásettir 322 túrar fyri 2018, móti 780 árið fyri. ??rslitið fyri 2018 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn.

KVÍGGJARHAMARSHAGI BESTUR
Raskastir at skjóta í 2018 vóru teir í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 123 harur, sum teir fingu á 6 túrum. Teimum á baki vóru teir í Skálatoftahaga á Borðoynni, við 102 harum á 6 túrum. Á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið við Slættaratind á Eiði. Teir fingu 96 harur, sum teir skutu á 10 túrum.

??rslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 4.000 harunum.

??rslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni ???Haran.fo???.

ENN MANGLA FLEIRI T??L
Enn eru tað tó fleiri harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini á heimasíðuni ???Haran.fo???, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2018.

Trýst fyrst á ljósabrúna feltið ovast uppi í høgra horni, sum eitur "Skráset Harutúr"

- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login

??ll tey, ið skráseta harutúrar, eru við í einum lutakasti av einum GÁVUKORTI uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevur latið.

Ein lutaseðil verður latin fyri hvørja skráseting: Hevur tú eina skráseting, fært tú ein lutaseðil. Hevur tú fimm skrásetingar, fært tú fimm lutaseðlar.

So fleiri skrásetingar, størri er møguleikin hjá tær at vinna gávukortið.

Les meira HER.

Mynd hjá Eyðfinn MagnussenMynd hjá Eyðfinn MagnussenMynd hjá Eyðfinn Magnussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder