Mentan

24 ungfólk úr fleiri londum vitja LIONS í Føroyum

...

2016-07-08 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í hesum døgum vitja 24 ungfólk í Føroyum, ungfólkini koma úr fleiri londum, tey eru á vitjan hjá Lions í Føroyum.

Tey ungu fólkini komu til Føroyar fyri eini viku síðan, tey hava verið hja fólki, sum eru í Lions-felagsskapinum í Føroyum hesa vikuna. Frá í morgin og 14 dagar fram, koma tey at halda til á Føroya Fólkaháskúla í Havn, har Lions í Føroyum kemur at skipa fyri kunning um Føroyar og vísa teimum vøkru føroysku nattúruna v.m.

Í dag høvdu vit vitjan av trimum av ungfólkunum, tey koma úr USA, Hollandi og Italiu - tey hava hesa vikuna hildi til hjá Signu og Jóhan, sum búgva í Kollafirði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder