
Hagstovan skrivar:
Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri august eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.
Í 3. ársfjórðingi vóru 2.290 milliónir útgoldnar í løn. Trendurin vísir, at seinasta árið hevur vøksturin í lønunum ikki verið eins stórur, sum áður.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Seinasta árið er stígur komin í lønargjaldingarnar hjá monnum og lønirnar standa í stað, meðan hjá kvinnum sæst ein javnur vøkstur.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Tað er í bólkinum fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum, at lønirnar eru minkandi, meðan í hinum vinnugreinabólkunum sæst ein lutfalsliga javnur vøkstur.
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki.
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Við trendinum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.
Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald