Mentan

2059 harur skotnar higartil í ár

...

2018-12-20 16:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú einans sjey dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða skrásetta veiðan bert ein triðing av tí, sum hon var sum í fjør.


??rslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni
???Haran.fo???.

Veruliga talið av skotnum harum í 2018 er tó helst nakað hægrið, tí tað eru tað fleiri, sum enn ikki hava skrásett sínar túrarnar.

VIÐ Í LUTAKASTI

??ll tey, ið skráseta harutúrar, eru við í einum lutakasti av einum GÁVUKORTI uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevur latið.

Ein lutaseðil verður latin fyri hvørja skráseting: Hevur tú eina skráseting, fært tú ein lutaseðil. Hevur tú fimm skrásetingar, fært tú fimm lutaseðlar.

So fleiri skrásetingar, størri er møguleikin hjá tær at vinna gávukortið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder