Ítróttur

2. deild: Oddaliðið MB tapti ímóti B36

...

2014-09-21 00:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oddaliðið í 2. deild - MB - var í dag á vitjan í Gundadali hjá B36.

MB kom á odda 1-0 og eisini 2-0, men hóast tað, so taptu teir 3-2 ímóti B36, sum áðrenn runduna í dag lá nr. 3 í kappingini. Vit hava enn ikki hini úrtslitini, og fáa tí ikki gjørt støðuna upp.

Men klárt er, at MB komandi ár skal leika í 1. deild, hvørs tað so verður B71 ella Giza/Hoyvík, sum eisini sleppur upp, verður helst ikki greitt, fyrrenn seinasta umfar spælt.

B36 liggur til uppflyting, men teir hava lið bæði í EFFO-deildini og 1. deild og sleppa tískil ikki upp.

Sí eisini: ??ll oddaliðini í 1. deild leiktu javnt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder