Mentan

1871: Kirkjan var útslitin av elli og kavrotin

...

2019-08-10 19:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar:

SVÍNOY:???Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla,
torn sukku eftir torn í grús, klokkur enn kima og kalla???.

Soleiðis syngja vit í sálminum hjá Grundtvig, sum hann yrkti so langt afturi sum í 1837, og sum Jákup Dahl týddi til føroyskt í 1925.

Í sálminum verða teir ymsu partarnir í kirkjuni og gudstænastuni lýstir. Men í fýra teim fyrstu reglunum í kenda sálminum verður kirkjan sum bygningur umrøddur.

Hóast kirkjurnar eru gamlar, onkrar rivnar niður og aðrar verða bygdar aftur á sama staði, so gongur henda tíðarinnar tonn kortini ikki út yvir boðskapin og gudstænastulívið.

Ein veruleiki er tó, at nógvar av eldru kirkjunum eru í minni góðum standi, og treingja til eina bøtandi hond, um ikki størri skaði skal henda.

Hinvegin so hava fleiri av kirkjunum fingið smærri og størri umvælingar seinnu árini. Ein teirra, sum í løtuni verður umvæld er kirkjan í Svínoy.

- Ja, vit hava nógv arbeiði í gongd í løtuni. Hetta gera vit, tí at vit í kirkjuni seta eina æru í at kirkjan verður væl hildin og er í góðum standi, sigur Uni Næs, dómpróstur.

Hann var í farnu viku gestur í sendingini ???Komið øll við!???, sum regluliga er at hoyra á útvarpsrásini R7.

???AFF??LDIG AF ??LDE???
Hyggja vit fyrst eftir kirkjuni í Svínoy, so er staðseting hennara øðrvísi enn á nógvum øðrum støðu kring oyggjarnar.

Hon stendur nevniliga á eini høvd oman fyri bygdina, og ikki niðast móti bakkanum, eins og vanligt er í øðrum bygdum.

Í upplýsingum um kirkjuna verður sagt, at hon er ikki flutt í nýggjari tíð, men hevur staðið á hesi høvdini alt tað fólk vita, og fleiri undan henni. Annar gravstaður er heldur ikki kendur enn her við kirkjuna.

Verandi kirkja í Svínoy varð bygd seinast í 1870???unum. Tann kirkjan, sum stóð her undan hesari varð niðurtikin í 1834. Orsøkin til hetta var, sum tað stendur í kirkjusýninum ???at kirken er under reparation, til den fuldkomne istandsættelse???. Í 1836 stendur at lesa ???nylig opført kirke. I det hele i god stand???.

Sýn var aftur í 1844 og 1864. Men í 1871 ??? altso bert 35 ár eftir at kirkjan var bygd - verður viðmerkt, at ???kirken er aldeles affældig af ælde. Dens ydre beklædning helt rådden. Taget lækker. Syllerne på søndre og i østre gavl helt rådne???.

Ja, støðan var so vánalig, at ein mælir snøgt sagt til at hon verður rivin niður. Sagt verður beinleiðis: ???Da manglerne ere så betydelige i hele kirken, at de ikke kunne afhjælpes, og kirken desuden er meget for liden for menigheden, bør den nedbrydes og en ny opføres???.

Og vit taka líka eitt kirkjusýn við aftrat. Hetta er í 1878, har tað verður sagt: ???Kirkens sidste syn. En ny er under opførelse???. Tað vil siga, at teir í 1878 vóru menn í ferð við at byggja nýggja kirkju.

Tað serliga við kirkjuni er, at á kirkjuspírinum stendur árstalið 1878, men í Dimmalætting nr. 28 í 1879 verður sligið fast, at vígslan av teirri nýggju kirkjuni verður sunnudagin 20. juli í 1879.

MANGLA HANDVERKARAR
Nóg mikið tos um gomul kirkjusýn á hesum sinni. Men hyggja vit eftir Svínoyar kirkju í dag ??? 140 ár aftaná at hon var vígd, so er aftur nú tørvur á umvælingum og ábøtum.

Arbeitt hevur verið her í eina tíð, men arbeiðið hevur kortini verið merkt av einum ávísum trupulleika, sum ikki er ókendur her á landi: Tørvurin á arbeiðsmegi.

Eins og so nógva aðrastaðni hava tey eisini havt avbjóðingar at fáa fatur á handverkarum til at gera hetta arbeiðið. Men sambært dómpróstinum, Una Næs, fingu tey fyrst verkfrøðingin Hans Hendrik Mikkelsen at gera eitt yvirlit yvir tað sum gerast skuldi, og síðani fólk at gera sjálvt arbeiðið.

Tað hevur ikki verið lætt at fáa fólk at gera hetta arbeiðið, men nú hevur tað kortini eydnast. Nú verður arbeitt av øllum alvi fyri at fáa gjørt tað liðugt, áðrenn veturin kemur.
- Vit leggja alla orku í at fáa tað gjørt. Peningurin er til tað, og vit miða eftir at fáa gjørt arbeiðið uttan liðugt nú í summar, upplýsir Uni Næs fyri R7.

HEIT OG FL??GV
Hóast kirkjan í Svínoy kann rúma rættiliga nógvum fólki, so er talið av kirkjufólkum minkað so líðandi, um somu tíð sum fólkatalið í bygdini hevur verið í afturgongd í mong ár. Serliga í vetrarhálvuni er lítið av fastbúgvandi fólki í Svínoy.

Presturin í økinum, Jóannes Purkhús, vitjar her við jøvnum millumbil, og heldur tá gudstænastu í bygdini.

Men prestur hevur somuleiðis aðrar kirkjur at røkja, og kann altso bara vera á einum staði samstundis. Tí hevur støðan verið hon, at tað ikki er gudstænasta hvønn einasta sunnudag. Hinvegin verða gudstænastur ofta hildnar, tá nógv fólk er í bygdini, til dømis til høgtíðir, um summarið, ella tá fjøllini verða gingin.

- Jú, vit royna at hava kirkjurnar í brúki. Tær verða tí ikki altíð hitaðar upp, men tá hon skal brúkast til gudstænastu, - tá er hon bæði heit og flógv at koma inn í, sigur Uni Næs.

(Í eini seinni grein verður tosað um arbeiðið at umvæla Svínoyar kirkju, og onnur arbeiði innan kirkjuna í Norðoyggjum).

Orð: Snorri Brend
Heimild: R7.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder