Leikirnir Special Olympics World Summer Games verða settir 25.juli og halda fram til 2.august.
Hesir leikir verða
hildnir 4.hvørt ár, og hesa ferð er Los Angeles vertur fyri leikirnar.
21.-24.juli verða
luttakaralondini gestir í ymsum býum í økinum kring Los Angeles. Føroyar verða
gestir hjá býnum Santa Clarita. Tá fáa luttakararnir høvi til at læra
eitt sindur um vertslandið og til at tillaga seg tann tíðarmun, sum ógvuliga
nógv kenna árin av, tá ið tey eru framkomin. Tey fáa eisini høvi til at venja
og til at tillaga seg veðurlagið, sum í nógvum førum er øðrvísi enn tað heim.
Special Olympics
World Summer Games er størsta
ítróttatiltak í heiminum í ár.
??? 7000 ítróttafólk verða við
??? 3000 venjarar/ leiðarar verða um tey
??? 177 lond luttaka
??? 25 ítróttagreinir eru umboðaðar
Harumframt verða eini
30.000 sjálvboðin, sum hjálpa til við teimum nógvu uppgávunum, og summi teirra
koma eisini úr øðrum londum.
Og væntandi verða eini
500.000 áskoðarar, av teimum eru nógvir familjulimir, sum eisini kunnu vera við
í serligari skrá fyri familjur.
Special Olympics er felagsskapur, ið hevur til endamáls
gjøgnum ítrótt at virka fyri inklusión, aksept og meðviti fyri fólki við
menningartarni.
Felagsskapurin er
heimsumfatandi við yvir 5 mill íðkandi í 180 londum, og hetta sæst eisini aftur
í luttakaratalinum í leikunum.
Føroyski hópurin er tann størsti nakrantíð við heili 18
ítróttafólkum.
Hetta kemst av, at vit
á fyrsta sinni hava umboðan við í fótbólti. FSF hevur valt at stuðla einum
7-a-side liðið á hesi ferðini. Hinar ítróttagreinarnar, sum vit luttaka í, eru
svimjing, frælsur ítróttur, bocce og borðtennis.
Yvirlit yvir
íðkararnar og kappingargreinarnar:
|
Ítróttur |
Navn |
Aldur |
Event |
|
Svimjing |
Eliasen, Heidi |
19 |
AQ 100M Ryggsvimjing |
|
Svimjing |
Eliasen, Heidi |
19 |
AQ 100M Frísvimjing |
|
Svimjing |
Eliasen, Heidi |
19 |
AQ 200M Ryggsvimjing |
|
Svimjing |
Joensen, Signa Var D |
17 |
AQ 100M Firvald |
|
Svimjing |
Joensen, Signa Var D |
17 |
AQ 100M Frísvimjing |
|
Svimjing |
Joensen, Signa Var D |
17 |
AQ 200M Frísvimjing |
|
Svimjing |
Toftegaard, Eivindur |
21 |
AQ 100M Ryggsvimjing |
|
Svimjing |
Toftegaard, Eivindur |
21 |
AQ 100M Frísvimjing |
|
Frælsur ítróttur |
Gardalid, Kristian |
25 |
AT 100M Renning |
|
Frælsur ítróttur |
Gardalid, Kristian |
25 |
AT 200M Renning |
|
Frælsur ítróttur |
Olsen, Meiken |
24 |
AT 100M Renning |
|
Frælsur ítróttur |
Olsen, Meiken |
24 |
AT 200M Renning |
|
Bocce |
Poulsen, Joanna |
30 |
BC tvímansleikur |
|
Bocce |
Poulsen, Joanna |
30 |
BC einmansleikur |
|
Bocce |
Thomsen, Rene |
25 |
BC tvímansleikur |
|
Bocce |
Thomsen, Rene |
25 |
BC einmansleikur |
|
Borðennis |
Mortensen, Unn |
46 |
TT Mixed tvímansleikur |
|
Borðennis |
Mortensen, Unn |
46 |
TT einmansleikur |
|
Borðennis |
Weihe, Elvin |
35 |
TT Mixed tvímansleikur |
|
Borðennis |
Weihe, Elvin |
35 |
TT einmansleikur |
|
Fótbóltur |
Dam, Valdemar |
38 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
De Franca, Matteus |
14 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Hansen, Isakur |
21 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Hansen, Theodor |
34 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Hofgaard, David |
17 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Jacobsen, Tordur |
29 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Johannesen, Pauli |
20 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Olsen, Eli |
19 |
FB 7-A-side lið |
|
Fótbóltur |
Solsker, Petur |
21 |
FB 7-A-side lið |
Allar kappingar innan
Special Olympics eru skipaðar soleiðis, at ítróttafólkið í tí, sum kann kallast
innleiðandi og er ein divisionering, verða bólkað eftir styrki og førleika. ??ll
luttaka so í finaluumfari í sínum styrkisbólki.
Allar
ítróttagreinirnar ganga eftir somu reglum og reglugerðum, sum annars eru
galdandi fyri avvarandi ítróttagrein; bert fá undantøk eru.
Hvørt land fær eitt
hjálparfólk, sum kennir málið og viðurskiftini á staðnum, knýtt aftur at
bólkinum. Roynt verður altíð at finna onkran, sum dugir málið hjá vitjandi
landinum, og vit eru í tí gleðiligi støðu at fáa eina føroyska gentu at hjálpa
okkum.
Í Special Olympics
høpi verður gjørt nógv fyri at fáa familjurnar hjá teimum íðkandi við í
felagsskapin, og nógvir av áskoðarunum eru tá eisini familjulimir hjá
ítróttafólkunum. ??r Føroyum verða fleiri foreldur og systkin við, og tey fara
at heppa á okkara fólk og luttaka í øðrum tiltøkum ætlað teimum.
Flestu londini hava
formann sín við til leikirnar, og eisini vit hava okkara føroyska Special
Olympics og ÍSB formann, Jógvan Jensen, við á ferðini.
Sjálvandi ber til hjá
fólki heima at fylgja við í leikunum, og hvussu gongst hjá okkara fólki. Hetta
kann gerast á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo , sum eisini hevur eina face-book síðu, har
úrslitini koma skjótari.
Annars ber til at fara
beinleiðis á síðuna www.LA2015.org , og har ber eisini til at síggja setanina 25.juli.
Til setanina væntast nógv kend fólk, t.d.verður forsætisfrúan Michelle Obama
við.
Uttan góðar stuðlar
hevði ikki verið møguligt at luttikið í so stórum tiltaki so langt burturi, tí
eru vit í ÍSB sera fegin um allan tann stuðul, vit hava fingið til hesar
leikirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald