Mentan

160 miðnámsskúlanæmingar til Vágs til Skúlafótbólt

...

2018-11-20 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??nsdagin 21. nov. er umfarið hjá miðnáms- og háskúlum í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Tilsamans eru umleið 160 næmingar. Tilsamans fara 16 lið at kappast í dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum. Í mun til kappingarnar higartil, so koma hesi liðini at spæla á heilum vølli í Marghøllini, sum er ½ vøllur í mun til vanligan fótbóltsvøll.

Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.00, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.

Skúlafótbóltur, ið er skipaður í samstarvi við BankNordik og Fótbóltssamband Føroya, bjóðar harumframt næmingunum at svimja í Páls høll, og at royna klatriveggin í Marghøllini.

Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, har tað er møguleiki at keypa ein kaffimun, toast og belgiskar vaflur afturvið. Døgurið er eisini til keyps í Marghøllini frá kl. 12.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder