Vinna

10.900 tons av makreli á uppboð

...

2018-01-03 23:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSN.fo skrivar: Kunngerðin um makrelfiskiskapin í ár varð lýst 2. januar 2018.

Rætturin at fiska 10.900 tons av makreli verður seldur á uppboði í ár.

Og sløk 7.000 tons eru sett av til menningarkvotur.

Skip undir føroyskum flaggi sleppa at fiska 82.000 tons.

35.600 tons verða latin nótaskipunum sum eginkvotur. Tíggju prosent av eginkvotu kunnu flytast til 2019.

Hitt verður latið teimum, sum høvdu loyvi at fiska makrel í fjør, sum felagskvota hjá hvørjum skipabólki.

Havstovan fær 1.900 tons at brúka sum samsýning fyri við vísindaligar fiskirannsóknir á landleiðunum.

Annars er kvotan latin teimum, sum sluppu at fiska makrel í fjør

Makrelkvotan er tils. 103.000 tons í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder