Summar Festivalurin kunnger í dag 10 bólkar og solistar til ársins festival
Summar Festivalurin leggur í dag 10 solistar og bólkar afturat skránni fyri ársins festival.
Nøvnini, sum í dag verða kunngjørd, eru Linda Andrews, ??lavur á Váli, Eyðun Nolsøe, Ingibjørg Hansen, Ingi Poulsen, Jens Marni Hansen, Mark The Messenger, Herborg Torkilsdóttir, Victoria á Lakjuni og Beinir.
Hetta eru nýggj og roynd nøvn á føroyska tónleikapallinum, og tey verða partur av einari fjølbroyttari festivalskrá, sum varðar í tríggjar dagar.
Frammanundan er greitt, at útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum verða Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Killer Queen og Chris Norman. Harafturat eru fleiri føroyskir bólkar kunngjørdir ??? eitt nú Marius Ziska, Moirae, Samsint, Dynamit Perlur, Lea Kampmann, Hamradun og Danny & The Veetos.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10 august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald