2025-02-16 09:00

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð - og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.
“Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma”, soleiðis sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. “Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð”, sigur Óluva Lín. Íalt eru fleiri enn 50 leikarar við.
Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag.
Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum - At vera Vera.
Nógv er gjørt burturúr ljóðmyndini og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin - At vera Vera. Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok dansur til lagið verður tøkur mánadagin, so tit kunnu gleða tykkum. Kom og lurta - kom og dansa - #atveravera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald