Tá ið eg seinast stillaði upp vóru børn, ungdómur, trivnaður, mentan, ferðavinnan og fíggjarpolitikkur míni fremstu hjartamál. Hesi eru framvegis míni serligu hjartamál. Seinastu fýra árini havi eg sitið sum næstforkvinna í mentanar- og trivnaðarnevndini, í fíggjarnevndini umframt verið politiskt umboð í skúlastýrinum og í musikkskúlastýrinum. Eg kenni, at vit hava framt nógv á hesum økjum og at vit hava lyft trivnaðar- og mentanarøkið fram.
Nú standa vit við einum nýggjum valskeiði fyri framman, har vit skulu taka týdningarmiklar avgerðir um hvussu Vága kommuna skal vaksa og mennast. Vit hava nógv góð hugskot og ynskir um at gera nógv, men vit mugu raðfesta og velja tað, sum kann gera størsta mun fyri okkum øll. Tí mugu vit raðfesta við umhugsni og tryggja, at tað vit gera, veruliga ger mun fyri okkum, ið liva her. Einki kemur av sær sjálvum – vit skulu standa saman, lyfta í felag og tryggja eina jaliga og burðardygga framtíð.
Men tað er ikki altíð lætt. Í politikki mugu vit ofta taka torførar avgerðir. Vit hava ábyrgd fyri, at íløgurnar ikki verða ov dýrar, og at tær hava ein greiðan fyrimun fyri samfelagið. Tí hevur tað eisini týdning at tosa um, hvussu vit kunnu arbeiða við burðardyggum loysnum, sum gerast varandi fyri kommununa.
Vit hava fingið nógv burturúr í seinasta valskeiðnum, serliga við fokus á børn og ung. Eitt av mínum týdningarmestu átøkum var at økja um árligu játtanina til mentan, trivnað og ítrótt, og umframt at vit hava arbeitt miðvíst ímóti at dagstovnarnir hjá okkum skulu hava bestu normering í landinum.
Eg havi mangan kent meg sum røddina hjá ungdóminum í býráðnum og eg minni á, at vit hava eina skyldu til at taka teirra sjónarmið við í okkara avgerðir.
Vága kommuna hevur tørv á einum reinum, vakrum og trivnaðarmiklum nærumhvørvi, har børn og ung hava góða atgongd til ítrótt og frítíðartilboð, og har eldri borgarar kenna seg væl og kunnu vera virknir. Atkomuligheit og at skapa pláss fyri bæði súkklibreytum og gonguteigum í okkara vakra umhvørvi, er eitt týðandi mál. Eg ynski at arbeiða fyri eini kommunu, har vit øll kenna okkum væl, kenna okkum trygg og hava pláss at trívast.
Vit hava eina ábyrgd at hugsa um tey komandi ættarliðini, sum skulu arva kommununa. Vit mugu tí arbeiða saman, lurta og finna bestu loysnirnar - saman. Saman kunnu vit skapa eina kommunu, sum er fjølbroytt, mennandi og trygg fyri øll.
Vága kommuna er okkara, og vit skulu leggja okkum eftir at raðfesta við skilagóðum avgerðum og hjarta fyri staðnum.
Vága kommuna hevur brúk fyri tær og mær, sum veruliga ynskja at gera mun í nærumhvørvinum. Eg havi ein brennandi vilja til at arbeiða fyri eini livandi og fjølbroyttari kommunu, har vit seta skynsamar, burðardyggar raðfestingar fremst.
X við Áslu Leilu
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald