Á fundinum hittast ráðharrar- og frúur, parlamentarikarar, altjóða felagsskapir, vælgerandi grunnar og felagsskapir um at styrkja altjóða stuðulin fyri javnstøðu og rættindum hjá kvinnum og gentum.
Hennara hátign Mary drotning luttekur eisini.
Granskingarstuðulin skal økja um vitanina á einum øki, sum higartil hevur verið ov lítið raðfest. Granskingarráðið í Føroyum er millum samstarvspartarnar í granskingarsamstarvinum.
Á fundinum verður felags áheitanin ”Copenhagen Call to Action” undirskrivað, og nýtt altjóða samstarv um kynsliga og kroppsliga heilsu og rættindi stovnað.
Danski og føroyski formansskapurin í Norðurlendska ráðharraráðnum skipa fyri fundinum, sum er partur av átakinum ”Pushing for Progress”. Síðan 2024 hevur verið tætt samstarv við UN Women, og á fundinum er stjórin fyri UN Women, Sima Sami Bahous, eisini við.
Høvuðsendamálið við Copenhagen Summit er, at framburður krevur breitt og fjølbroytt samstarv, felags ábyrgd og burðardygg átøk tvørtur um heimspartar og samfelagsgeirar. Toppfundurin er við til at byggja hesa samgonguna upp og gera altjóða politisk mál til varandi úrslit fyri javnstøðu, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.
Les meira um Copenhagen Summit
Kunning um granskingarsamstarvið og umsóknir er nú alment á Nordforsk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald