Ítróttur

Meistaradeildin skiftir navn

Besta deildin við monnum fer frá nú av at hava heitið MG Wenzel deildin.

2026-11-16 20:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Meistaradeildin við monnum skiftir nú navn til MG Wenzel deildin. Flogbóltssamband Føroya hevur í nøkur ár haft eitt fyrimyndarligt samstarv við Wenzel samtakið. Wenzel hevur nú gjørt av, at besta deildin við monnum nú skal kallast MG Wenzel deildin og fær hendan broytingin virknað beinanvegin.


MG Wenzel deildin fór í gongd fyri einum mánaða síðani og har hevur Fleyr longu lagt seg klárt á odda við at vinn fýra teir fyrstu dystirnar.

Besta kvinnudeildin fer áhaldandi at hava navnið Hotel Djurhuus deildin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder