Politikkur

Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum 2026

Tað er sera trupult at koma burtur úr einum parlagi, har harðskapur er partur av gerandisdegnum. Møguleikin fyri at fáa bústað, fíggjarligan tryggleika, eitt gott sosialt netverk og stuðul frá fólki rundan um hevur avgerandi týdning fyri, um tað ber til at byrja av nýggjum og skapa sær eitt lív uttan harðskap..

2026-11-16 20:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samstundis rakar harðskapurin ikki bara kvinnuna ið er beinleiðis rakt. Børnini verða eisini ávirkað og avleiðingin er, at tey kunnu bera avleiðingarnar við sær langt inn í vaksna lívið.

Undir yvirskriftini Hvussu stuðla vit kvinnum og teirra børnum á leiðini út úr harðskapi? verður sjóneykan sett á, hvussu viðurskifti og skipanir í samfelagnum kunnu ávirka annaðhvørt, at kvinnur og børn verða hildnar fastar í harðskapi ella at tær eru við til at hjálpa teimum at koma burtur úr harðskapinum.


Fakligar framløgur

Á tiltakinum 25. novembur verða tríggjar framløgur at lýsa evnið

• Jóna Mohr Højsted, sosialráðgevi og cand. soc í sosialum arbeiði

“Hvørji viðurskifti ávirka leiðina til eitt nýtt lív burtur úr harðskapi?”


• Karen Boesen, samskipari og ráðgevi á Dannerboliger

“Tilboð frá "Dannerboliger", sum eitt framhald av stuðuli í sambandi við ráðgeving og hjálp fyri harðskapsrakt?”


• Susanne M. Lamhauge, leiðari fyri kreppumiðstøðina og opnu ráðgevingina hjá Danner

“Hvussu ávirkar harðskapur í familjuni tryggleikan, sambondini og menningina hjá børnum, eisini tá ið harðskapurin er vendur móti mammuni?”


Eftir ein steðg fer Óluva Zachariassen at skipa pallborð, við luttøku av Beini Johannesen, løgmanni, Asløg Schytter Andersen, leiðari í Kvinnuhúsinum og Hedvig Jóhansdóttir, aðarskrivari í Barnabata.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður fyriskipað týsdagin 25. november frá kl. 13 til 16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7 í Havn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les alla skránna HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder