Hetta er komið í lag eftir ynski frá Ásgeiri sjálvum, sum tvær ferðir áður hevur vitjað her, tá hann hevur spælt á G!. Hesintúrurin er skipaður í felag av Listastovuni, TónleikasamtakinumGrót og Norðurlandahúsinum.
Fyrsta plátan frá Ásgeir Trausti 'Dýrð í dauðaþögn', er hin mest selda plátan í Íslandi nakrantíð.
Hinar konsertirnar við Ásgeiri verða í:
Tøting í Syðrugøtu 31. mai
Norðurlandahúsinum 1. juni
Hans Andrias hitar upp fyri Ásgeiri í Listastovuni
Tað skuldi ganga 7ár áðrenn Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni. Seinast var tað til eina FMA veitslu í Listastovuni í mars 2017, tá Hans Andrias hevði vunnið eina FMA áskoðaravirðisløn, umframt at vera tilnevndur í bólkinum Ársinssangari, og Listastovan vann eina FMA virðisløn fyri ársins átak. Tá, fyri 7 árum síðan, skrivaðu vit, at Hans Andrias leingi hevðiverið á ynskilistanum hjá okkum, og tað hevur hann eisini veriðlíka síðan hann seinast spældi her, fyri 7 árum síðan.
Hans Andrias hevur slitið sínar gittara streingir í tónleikalívinum í Klaksvík sum limur í bólkinum Grandma’s Basement, og sum singer/songwriter. Stílurin hjá Hans Andrias er soul/folk/americana, sum sigau frá sterkum kenslum og myrkumsøgum. Heildarútgávan ‘Vision’ sum kom út í 2016 stendur sum ein klassikari í føroysku rokk søguni, og hóast seinasta staklagið‘Burtur í minninum’ kom út í 2019, so er tað spælt yvir 100 túsundferðir á Spotify.
Umframt at hava spælt eina ørgrynnu av konsertum runt í Føroyum, hevur hann eisini túrað í Russlandi, Póllandi, Sveis og Danmark.
Vit gleða okkum at fáa Hans Andrias aftur í Listastovuna at sigasøgur.
Atgongumerki á 295 kr. (Tó bert 195 kr. fyri lesandi og ung 17ár og yngri, avmarkað nøgd) fáast á www.atgongumerki.fo. Sølanbyrjar hósdagin 25. apríl kl. 12.00. Tá ræður um at sita viðknappaborðið!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald