Mentan

Ársins fyrstu kúlulaksar fingnir í Skálafirði

Hóskvøldið tíggjunda august varð fyrsti kúlulaksurin í ár fingin.

2023-08-16 11:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



 Hetta hendi í ósanum í Skálafirði, har Jon Palmi Petursson við flugu fekk ein stóran siljafisk. Hann vigaði 2430 g og var 57,5 cm til longdar, og er harvið størsti kúlulaksurin, ið er fráboðaður í Føroyum. Umframt kúluna á rygginum, ið er eyðkenni fyri siljafiskar, so hevði hann eisini fulla búkholu av sili, men var tó ikki klárur til at sila.

Sunnukvøldið kom enn ein kúlulaksafráboðan. Aftur hesaferð var talan um ein siljafisk, ið varð fingin í Skálafirði. Hesin vigaði 1720 g og var 57 cm til longdar.

Fiskaaling fylgir gongdini við kúlulaksi í Føroyum og í ár varð bíðað leingi eftir fyrstu fráboðanini. Undanfarin ár hava teir fyrstu kúlulaksarnir verið fráboðaðir í seinnu helvt av juli. Fráboðanir hava tó verið líka til seint í september, og tá mynstrið undanfarin ár hevur verið, at siljafiskar og teir størru fiskarnir koma fyrst, er tað enn møguligt, at talið av fráboðaðum kúlulaksum kann koma upp á sama støðið og undanfarin ár. Í 2021 vórðu sjey kúlulaksar fingnir í Føroyum, í 2019 vóru teir seks.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma og svartari tungu.

Úr Noregi frættist um methøgar nøgdir av kúlulaksi í 2023. Tey hava sett átøk í verk fyri at basa tí stóru innrásini. Higartil eru nærum 230.000 kúlulaksar tiknir úr norskum áum[1]

Øll, ið hava fingið kúlulaks eru vælkomin at venda sær til Kirstin Eliasen, granskara, á [email protected] ella á tlf. 774703.


Ársins fyrsta kúlulaks fiskaði Jon Palmi Petursson. Hann vigaði 2430 g og var 57,5 cm til longdar, og er harvið størsti kúlulaksurin, ið er fráboðaður í Føroyum.


Sunnukvøldið 13. august fekk Thomas Rasmussen eisini ein kúlulaks á húkin í Skálafirði. Hesin vigaði 1720 g og var 57 cm til longdar.

[1] Pukkellaks-uttak - Miljødirektoratet (miljodirektoratet.no) (15.08.2023).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder