Politikkur

Arnfinn Bech: Gott at skipini sleppa at landa uttanlands

Maskinmeistarafelagið tekur fult undir við ætlaðu broytingini í sjófeingislógini, sum fer at loyva uppsjóvarskipunum at selja helvtina av árligu veiðuni uttanlands. Formaðurin í felagnum sigur, at hann helst vildi, at ongin avmarking var – heldur ikki fyri botnfiskin

- Eg hevði fegin viljað, at tað sama hendi við botnfiskinum sum skjótast, tí ongin ánar, hvat fiskurin, sum heimaflotin fiskar, veruliga er verdur, sigur Arnfinn Bech, nú fiskimálaráðharrin ætlar at hækka hámarkið munandi fyri landing av uppsjóvarfiski uttanlands

- Eg hevði fegin viljað, at tað sama hendi við botnfiskinum sum skjótast, tí ongin ánar, hvat fiskurin, sum heimaflotin fiskar, veruliga er verdur, sigur Arnfinn Bech, nú fiskimálaráðharrin ætlar at hækka hámarkið munandi fyri landing av uppsjóvarfiski uttanlands

2025-02-04 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maskinmeistarafelagið hevur ikki sent hoyringsskriv í sambandi við uppskotið hjá Dennisi Holm, fiskimálaráðharra, um broytingar í sjófeingislógini, men nú tann parturin, sum snýr seg um landingar uttanlands, er blivin eitt heitt kjakevni, vil formaðurin Arnfinn Bech fegin gera greitt, at felagið tekur fult undir við, at skipini sleppa at landa ein nógv størri part av veiðuni uttanlands, enn lógin loyvir í dag.

- Stóð tað til mín, var ongin avmarking yvirhøvur, tí einasti máti at fáa fult gjøgnumskygni í virðisásetingina av okkara tilfeingi er at selja tað á einum fríum marknað. Tískil er tað eisini einasti máti at tryggja, at skipini fáa rætta prísin og fólkið umborð fær røttu hýruna.

- Eg havi ongantíð skilt hesar avmarkingarnar, tí vit hoyra allatíðina frá virkiseigarunum, at virkini eru kappingarfør. Ok, eru tey tað, hví skulu vit so tvingað føroysk skip at landa í Føroyum? Var arbeiðsloysi í landinum, kundi tað kanska verið eitt argument, men vit mangla jú arbeiðsmegi, so tað stendur eftir, og stórur partur av teimum, ið arbeiða fisk í Føroyum í dag, eru útlendingar, sigur Arnfinn Bech.

Í uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum eru tað bert avmarkingarnar fyri landing av uppsjóvarfiski uttanlands, sum verða linkaðar – úr 15 prosentum árliga í galdandi lóg upp í 50 prosent.

- Eg hevði fegin viljað, at tað sama hendi við botnfiskinum sum skjótast, tí ongin ánar, hvat fiskurin, sum heimaflotin fiskar, veruliga er verdur. Hann verður jú at kalla ongantíð seldur í fríari kapping. Vit síggja bara, at tað er stórur munur á, hvat fiskurin verður seldur fyri í Føroyum og á uppboðssølunum uttanlands, og skuldi nakar ivast, so er munurin ikki til fyrimuns fyri manningarnar á okkara fiskiskipum, sigur Arnfinn Bech.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder