Mentan

Andakt: Vísdómur

”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi”Orðtøk Sálomons, kapittul 1

2022-10-16 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sagt verður, at ikki hevur liva vísari maður á foldum enn Sálomon. Fólk hansara var eydnuríkt at hava slíkan kong; tí við honum høvdu tey nógvar góðar.

Vísdómur og klókskapur eru virðismiklir í mannalívinum. Men tað er av stórum týðningi fyri tey, ið vilja hava sannan vísdóm, at tey byrja á rættum stað. Og rætta staðið er, at hava røtt viðurskifti við Guð. Hann er Harri og skapari okkara, og hann er tann, ið einaferð skal fella avgerandi dóm yvir tað lív, vit hava livað. Gloyma vit, hvør hann er, so gloyma vit eisini, hvørji vit sjálv eru, og við so stórum troti kunnu vit ongantíð fáa rættu fatanina av nøkrum.

Ofta stíga vit menniskju fram, sum um vit hava svølgt allan heimsins vísdóm. Vit eru sooo klók og halda um okkum sjálvan, at alt fer fyri einki, um vit ikki verða spurd til ráðs og sleppa at ráða, hvussu tingini skulu gerast. Men júst tá vantar okkum vísdóm. Tá vantarlítillátni og eyðmýkt; og tí verður okkara kunnleiki so uppblástur, at hann gerst ein fløkja. Vit egna okkum illa at seta nakað upp á pláss, tá ið vit sjálv ikki eru sett upp á pláss.

Menniskja er menniskja, og Guð er Guð. Tað kennist so frígerandi hvørja ferð drotningin í Danmark rundar sinar talur av við at biða Guð varðveita hennara heimland. Hon, tann ovasta, tann tignarliga, tann mest virda, veit, at hon bara er eitt menniskja. Hon kann ikki varðveita heimland sítt, til tað skulu nógv sterkari kreftir.

Høvundin av Orðtøkunum sigur sum tann vísi maður hann er, at vit mugu byrja við guðsótta. Vit skulu fyrst av øllum óttast og elska Guð. Eru viðurskifti okkara við Guð ikki í lagið, gerast øll okkara sjónarhorn skeiv. Vit síggja ikki tingini rætt um vit ikki hyggja eftir teimum frá røttum stað. Og rætta staðið fyri ein og hvønn av okkum er staðið, har skaparin verður ærdur av skapninginum, og at vit ongantíð vera samanborin ella blandað við hann.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder