Mentan

Andakt: Veltan á heystardegi

”Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta” Evangeliið eftir Matteus kapittul 13..

2026-10-04 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er um illgresið og hveitina hetta verður sagt. Maðurin, sum eigur markina, vil ikki hava arbeiðsfólkið at skilja illgresið frá, so skjótt tað spírar, fyri at tey ikki eisini skulu koma at slíta nakað av hveitini upp samstundis. Ikki fyrr enn heystardagin skuldi hesi skiljast at.

Her í verðini er tað illa og tað góða blanda saman, og trúgvandi og vantrúgvandi liva lið við lið. Onkuntíð kann tað gott kitla í fingrunum eftir at sleppa at rudda upp. Sum tilveran tá hevði veri mikið lættari og einfaldari, halda vit, um vit høvdum kunna sett eitt mark upp og koyrt annað slagið øðrumegin og hitt slagið hiumegin. Men tað sleppa vit ikki. Tað eru ikki vit, ið skulu slíta tað ónda frá tí góða tí tá koma vit lættliga at slíta tað góða við. Vit døma jú eftir tí ytra og síggja ikki longur enn til tennirnar. Og vit gloyma at rokna við tí undri, at tað sum í dag er illgres, kann í morgin gerast hveiti. Men tað tekur Guð við í síni meting, tí hjá honum henda undur.

Í hesi fløktu verð skulu bæði sløgini av menniskjum liva saman, og tað viðkemur ikki okkum at peika út, hvør hoyrir til hvørt slagið. Fejlprosessen vildi gjørst ov stór, um tað var lagt í okkara hendur. Tí skulu vit vera afturhaldandi við at skilja sundur, og at vit ikki taka okkum ein rætt, ið Guð hevur tilskila sær sjálvum. Hann vil til sína tíð skilja seyðin frá geitunum, illgresið frá hveitini, og tað ger hann.

Stóra sundurskiljingin verður ikki her í lívinum. Tað sigur Jesus, bæði sum eina áminning móti ótolni, ið vil tvinga eina ytri sundurskiljing millum góð og ónd, og sum eitt mótmæli móti einum bjartskygdnum dreymi um, at øll verða einaferð góð so hvørt sum menniskjan verður upplýst.

Dómadagur er skilnaðardagurin. Tá verður skilnaðurin sjónligur, so at eisini vit klárt kunnu síggja tað. Men ikki fyrr.


John S. Myllhamar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder