Sátan hevði nógvar álopsroyndir á Jesus. Fyrst royndi hann at avbyrgja hann, isolera hann, meðan leið hansara lá út á Golgata. Ikki bara syrgdi hann fyri, at andaligu leiðarar fólksins gjørdust fíggindaliga sinnaðir, hann fekk Pætur at svíkja, hann myrkalegði sinni á Judasi, hann fekk allar lærusveinarnar at flýggja, hann fekk jødarnar til í desperation at krevja Barabbas leysan. Stig fyri stig førdi hann isolatiónina í gjøgnum, og hann royndi á henda hátt at fáa Jesus avsporaðan. Sært tú ikki – segði hann – at tað er ógjørligt at vinna hesi menniskju? Tú gerst einsamallur; sært tú ikki tað? - Men Jesus gekk vegin á enda. Hann elskaði til tað seinasta. Hann bað fyri Pæturi, tá ið hann av álvara var staddur í vanda. Hann rætti út hond sina móti Judasi. Hann bað Guð fyrigeva fíggindum sínum, tá ið teir háaðu hann á krossinum. Royndir hansara at avbyrgja Jesus miseydnaðust.
Men Sátan gavst ikki so, nú helt hann fram við at fáa Jesus at gera brúk av guðdómsmegini. Røddin úr oyðimørkini ljóðaði aftur: Um tú ert sonur Guðs – og tað er tú væl – so stíg niður av krossinum! Bjargað tær sjálvum! Fólkið krevur tekin; tað veitst tú væl. Nú er høvi at vísa teimum tekin, um tú kann! Men tú kann ikki. Send boð eftir tólv legiónum av einglum, um tað er satt, at teir eru tær tøkir. Tað er býtt av tær ikki at gera tað. Tá ið ta er tín ætlan at fáa hesi menniskju at trúgva á Guðs kærleika og megi, so lat tey tá fáa okkurt at síggja, ið tey ikki kunnu sópa til viks. Brúka guðdómsmegina, um tú hevur hana. Eisini hetta álopið miseydnaðist.
Jesus hevði einaferð sagt: ”Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur.” Nú prógvaði hann tað. Hann gjørdi brúk av valdi sínum. Men ikki soleiðis, sum Sátan hevði biðið hann. Hann hevði mátt at fara í deyðan fyri at gera deyðan til einkis. Lýðin til endan móti vilja faðir síns gekk hann inn til ta stóru uppgerð – og vann.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald