Mentan

Andakt - Ivi og andfiktilsi

”… ivafullir, men tó ikki ráðaleysir. ...”Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 4

2023-08-15 10:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Eru ivi og andfiktilsir í andsøgn við trúgv. Kanska sigur tú: mín trúgv er rimmarføst, tí havi eg ongar trupulleikar av slíkum. Um so er, tá eigur tú ikki at spilla tíð at lesa hetta. Men nøkur menniskju kenna til, at høgar bylgjur kunnu ganga á lívsfarið, og eru tað júst hesi, sum vera kastað út í tað, sum eitur iva og andfiktilsi í trúarlívinum.

Er ta synd og vantrúgv, tá ið ein kristin ivast og verður andfiktaður? Spyrja vit

Ivafullir, men tó ikki ráðaleysir. Soleiðis lýsir Paulus støðuna hjá einum ivandi, men ikki ráðaleysum kristnum. Guðsbarnið søkir sær ráð hjá Guði í ivanum.

Í kristinlívinum er líka neyðugt at líta aftureftir sum frameftir. Hygg tí eftir teimum stóru í skriftini og søguni, hesi kendu til iva og andfiktilsir, tey, sum vit í okkara tíð virða so høgt. Bæði í Halgubók og kirkjusøguni møta vit menniskjum í hørðum roynslum: Korah synir, Dávid, Job, Jeramia, Jóhannes Doyparin, Paulus, Luther, Scriver, Lina Sandell, Rosenius - bara fyri at nevna nøkur av mongum.

Luther enntá ávarar móti teimum, sum ikki kenna til iva og andfiktilsi í trúarlívinum. Evangeliskur kristindómur kenst av teirri trúgv, ið ivast. Tann kristindómur, ið ikki verður andfiktaður, er ikki evangeliskur, sigur Luther. Tí sigur C. Scriver í tjúkku bókunum sínum “Sjæleskatte” : “Tá ið Guð lærir børn síni vísdóm og um andaligar roynslur, leiðir hann tey ikki bara í krossins skúla, men í andfiktilsins háskúla. Í “Sjæleskatte” hava mong trúgvandi menniskju funnið vegleiðing og ugga í iva og roynslum. Og Rosenius, sum sigst vera evangeliskari enn evangelini, sigur bart út: “Tann trúgv, sum ikki ivast, er rong”.”Um tað ikki er pláss fyri iva, er ikki pláss fyri mær” segði rithøvundurin Philip Yancey ”Eg fari at ivast, tá ið eg hoyri um trúgvandi menniskju, sum ongantíð ivast!”, segði ein gamal trúboðari einaferð. Eitt menniskja, sum ongantíð hevur havt sorg og roynslur í lívinum, hevur heldur ongantíð kent sanna gleði.” Ongantíð eri eg glaðari og sterkari í trúnnið, enn eftir eina svára tíð gjøgnum iva og andfiktilsir, hevur ein annar sagt.


Tey andfiktilsis álop, sum kunnu herja á okkum við øllum møguligum spurningum og ábreiðslum, føra okkum ofta djúpari inn til Jesus.

Vit skina bara í pørtum og sígga bara veikt gjøgnum spegil. Ivi hins kristna er ikki vantrúgv, hann er ein brennandi tráan eftir trúgv - trúgv - trúgv.

Sálin verður reinsa og smelta gjøgnum roynslur, iva og andfiktilsir, soleiðis at einki verður eftir uttan eitt inniligt suff: Eg eri einki uttan teg, Harri! Tú er alt.

Halgabók brúkar ymiskar myndir at vísa okkum hesa síðuna av trúarlívinum: Gullið, sum smelta verður í eldi fyri at verða reinsað. Træið, sum hin himmalski urtagarðsmaðurin brúkar knívin at skera og reinsa greinarnar við. Leirið, sum í pottamakarans hondum verður gjørt umaftur og umaftur o.s.fr. Burtur úr hesum skapar Guð nakað gott og heilt og reint.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder