Mentan

Andakt - At renna móti málinum

”Eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman.” Filippib. 3.

2023-10-08 09:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

At renna móti málinum


Eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman.” Filippib. 3.

Tað er rennarin á ítróttarvøllinum. Tað er lærusveinur Jesu á jørð. Við fáum strikum teknar Paulus spenta og ljósvakna persónin. Alt í honum er miðvíst, samla orka. Og í tí løtu, hann stríkur framvið okkum, fanga vit onkrar eginleikar í andliti hansara.

Ódarvaður rennur hann. Uttan viðføri. Uttan góðs og annað á bakinum. Halda vit, at vit nakrantíð náa fram at málinum, um vit sleipa allar byrðar við okkum? Tveit tað av tær alt samalt – tað versliga og stúranir, synd og vantrúgv, stoltleika og øvund. Alt slíkt bindur bara tína renning.

Og uttan at hyggja afturum seg rennur hann. Tað seinkar bara at verða hangandi við tað, sum farið er. Ein kristin spillur ikki tíðina við at dvølja í tí arbeiði, sum er gjørt. Og sjálvt síni gomlu tap og brek hevur hann loyvið at gloyma, um tey eru fyrigivin hjá Guði. Gloymi tað, sum er aftan fyri bak – bæði sigrar og tap.

Alla tíðina hyggjandi móti málinum. Nakrir rennarar – og nøkur kristin – kunnu ikki lata vera við alla tíðina at skeita eftir hinum. Tað er ikki til nakra nyttu. Hygg frameftir! Hygg eftir málinum! Hygg eftir sigursgripinum, ið hann hevur til reiðar til tín, um tú fullførir tína kapprenning!

Eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.”


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder