Mentan

Andakt

”Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum” Ápostlasøgan 1. 8

2022-06-03 11:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hvítusunna


Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum” Ápostlasøgan 1. 8

Veldigar, at síggja til næstan ótømandi kreftir eru menniskjum tøkar at brúka. Í vísmansins rannsóknarstovum verður av øllum alvi arbeitt við at vera fyrstur at koma við tí nýggjastu tøknini, sum kann broyta heimin. Kraftin er har; men tað ræður bara um at fáa kontrol á henni, so at hon kann brúkast til …; ja, til hvat? Tað er tann óhugnaligi spurningurin. Við at halda ondini bíða vit eftir svarinum, og stríðast undrandi og bangin fyri harradøminum.

Klók, dunalig og sterk er menniskjan vorðin. Men er hon vorðin betri, glaðari og ríkari? Hvat hendir um menningin heldur fram, soleiðis at menniskju gerast klókari uttan at gerast betri?

Og um tað nú er soleiðis, at til er ein kraft til nýskapan, til lívsdunaskap, ein kraft, sum vit kunnu seta í verk, um bara vit vilja virka nakað fyri at gera okkum kend við lógirnar fyri hennara virkna!

Okkum nýtist ikki at siga: hevði tað bara veri soleiðis! Tí tað er soleiðis.Tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, segði Jesus við lærusveinar sínar áðrenn hvítusunnu, og teir fingu kraft. Týðiligur vitnisburður er um hetta í Nýggja Testamenti. Skjótt má tíð vera at gerast greiður yvir, at andi er kraft. Hvør andi ræður? Hvussu fái eg kraft til at liva, kraft til at bera byrðar á rættan hátt, kraft til at vera góður, kraft til at tæna, kraft til at doyggja? Hvar finnist tann kraftin? Kraftin verður givin av Guði, í sama mál sum vit geva okkum sjálv yvir til hansara í okkara máttloysi. Kraftin, hin lívgevandi kraftin er hvítusunnugávan, ið Guð vil geva trúgvandi kirkjuliði sínum, tá ið tað ikki longur heldur út at vera nøgt við heimsins kalda, lívshættisliga klókskap.


Vit síggja at ein heilt týðiliga broyting fór fram við ápostlunum. Áðrenn hvítusunnu vóru teir bangnir og krógvaðu seg aftan læstar dyr. Men teir broyttust heilt, tá ið heilagi andin kom yvir teir á hvítusnnu. Teir gjørdust sannførdir um nakað nýtt. Tað er heilt týðiligt at hin heilagi andin er tann, sum vegleiðir, og er tann drívandi kraftin. Ápostlarnir vóru fyltir av andanum, og talaðu síðan óttaleysir við frímóð. Við heilaga andanum fingu teir kraft,

Men henda kraft er ein heilt onnur enn heimsins kraft og knýttu nevar. Soleiðis sum góð foreldur ugga tað grátandi barnið, soleiðis kemur hin heilagi andin, talsmaðurin, sum ein stillandi og uggandi rødd til okkara. Vit siga tað hvønn sunnudag í inngangsbønini í kirkjuni: ”tú góði heilagi andi, uggari mín í lívi og deyða. Trúgvin á hansara kraft veitir troyst og frið, tá ið vit óttast og syrgja, og vísir okkum fram móti Guðs æviga ríki.


Gleðiliga hvítusunnu


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder