Mentan

Andakt

 Tá ið brotpettini gerast ein eind

2024-01-14 18:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fyri mongum árum síðan tók ein biskupur soleiðis til á gamalsaldri: ”Tess eldri er gerist, tess meira savnast tankar mínir um tvey ting: Jesu kross og Jesu afturkomu. Tá ið eg hyggi aftureftir, finni eg onga hvíld, fyrr enn eg standi við Jesu kross. Og hyggi eg frameftir, finni eg onga hvíld fyrr enn við Jesu afturkomu.” Hann hevur sagt nakað týdningarmikið, hesin biskupur.

Lívið her á jørð vil altíð vera merkt av ósemju og stríð. Vit eru stødd í eini rembingartíð, har ljós og myrkur, sannleiki og lygn, lív og deyði alla tíðina berjast.

Og lívið her á fold vil altíð vera í brotum, pragmentum. Vit finna nøkur brotpetti og halda tey fram í ljósið, og ovurfegin siga vit frá, hvat vit hava funnið, men tað eru og verða bara brotpetti.

Soleiðis er tað eisini í okkara trúgv. Vit ásanna í smáum. Friður, gleði og frímóð okkara eru brotpetti, og fer eftir fer mugu vit viðganga, at tað er ógjørligt at samla pettini til eina eind.

Foldarlívið er merkt av tí, sum er fyribils. Vit eru í einum heimi, her deyðin ræður, og tí er øll tilvera okkara bara brotpettir. Men yvir fyri sannleikanum og ósemjunum, brotpettunum og deyðanum stendur orðið um endurloysingardagin, Harrans dag. Tað kemur ein tími, tá ið avroknað verður, og tá vil hin góði arbeiðsgevarin syrgja fyri, at alt kemur á sítt rætta pláss, og hin einstaki fær útgoldið tað, ið er rætt.

Tí skal lívið, sum vit bara liva einaferð, vera brúkt í tænastu hjá honum, og tá ið so arbeiðsdagurin er liðugur, kann tað ófatiliga henda, at hin góði arbeiðsgevarin sigur: Nú fær tú lønina, hon er, at tú skal vera hjá mær í ævir. So letur hann upp dyrnar til faðirhúsið við teimum mongu bústøðum, har alt er sára gott.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder