Mentan

Andakt

”Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?” 1. Mósebók 3. 1

2023-10-09 22:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Soleiðis ber hin Óndi seg at. Prædika hansara byrjar ofta við: Man? Man Guð veruliga hava sagt? Útspikuleraða kynstur hansara er, at hann rænir Guðs orð frá okkum, fyri at vit ikki skulu verða sæl. Hann undirgravar tað galdandi orðið og fær alt at detta sundur og følna. Hann teskar okkum í oyrað, at Guðs orð er kanska satt, men tað ber ikki til, at vit uttan víðari ogna okkum tað sum nakað, ið er sagt júst við okkum og til okkara tíð. Eyðkent, typiskt tað, sum liberalu guðfrøðingarnir boða. Hann gruggar sannleikan um Guðs kærleika, so at vit fáa eina svikaliga og villeiðandi fatan av, hvat Guðs kærleiki er.
Jú, Guð hevur veruliga sagt, at tað eru trø í aldingarðinum, vit ikki mugu eta av. Tí Guðs kærleiki er ikki eftirlæti, men frelsa. Tað merkir ikki, at tað er ein avmarkan í tí. Men tað merkir, at hann veit, hvat tænir okkum til sælu. Kærleiki hansara loyvir okkum ikki, at liva eftir listum okkara. Tí bara tað at liva eftir vilja hansara kann tæna okkum til frelsu.
Og tí, tá ið hin Óndi kemur við sínum eitrandi: Man Guð veruliga hava sagt - ? so vilja vit kasta tað aftur á hann og siga: Jú, júst tað hevur Guð sagt. Og hóast vit ikki altíð skilja, hví Guð hevur sagt tað, so trúgva vit honum og ikki tær. Tí hann hevur prógva fyri okkum sín kærleika, meðan tú ongantíð hevur prógv annað enn vónbrot og at tú hevur svikið okkum.
Ta er eingin grund til at seta spurnartekin við Guðs orð. Vit vilja ikki siga: Man - ? Vit vilja siga: Amen. Tað merkir: Ja, ja, soleiðis verið tað. Tess djarvari vit kasta okkum yvir á tað, ið Guð hevur lova okkum, tess størri skal frímóð okkara gerast, og tess ríkari royndir skulu vit hava við Guðs sannleika og Guðs trúfesti.
Royn tað!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder