Í skúlanum við Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar. Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.
Fólkadráp í Kambodja
Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja. Vit vísa ein film við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.
Støður, sum skapa polarisering
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru. Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi hava vit eina samrøðu við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
Sætti holocaustdagur
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust
Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald