Mentan

Aftur í ár eru føroysk tónlistafólk væl umboðað á The Great Escape Festivalinum

Triðja árið á rað hava fleiri føroysk tónlistafólk fingið møguleikan at spæla á The Great Escape Festivalinum í Brighton. Í dag vóru tey føroysku tónlistafólkini, sum í ár sleppa at spæla á bretska showcase-festivalinum avdúkað. Tey eru Elinborg, Aggrasoppar og Joe & The Shitboys.

2024-02-02 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í nøkur ár hava Føroyar verið sera væl umboðaðar á tí viðurkenda showcasefestivalinum The Great Escape. Glenn Larsen í FMX (Faroe Music Export) er fegin um enn einaferð at bera tíðindini um, at góða gongdin heldur fram í 2024.
 
The Great Escape Festivalurin er ein tríggjar dagar langur tónleikafestivalur, sum fer fram í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. Eitt felag við heitinum ‘MAMA- festivalar’ skipar fyri. Endamálið við festivalinum er at sýna fram nýggjan tónleik í nógvum ymiskum sjangrum.
 
Festivalurin varð stovnaður í 2006 og hýsir umleið 300 bólkum, sum spæla á 30 ymiskum pallum kring allan býin.
 
Festivalurin dregur til sín fólk, sum arbeiða í tónleikavinnu í øllum Evropa og í øðrum pørtum av heiminum. Ferð eftir ferð hevur festivalurin víst seg at vera ein umráðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum, sum hava spælt á festivalinum. Ikki minst er festivalurin ein einastandandi møguleiki hjá tónlistafólkunum at sýna fram sín tónleik fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum í tónleikavinnuni, serliga í live-konsertvinnuni.
 
The Great Escape Festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har mest týðandi vinnulívsfólkini í tónleikavinnuni finna nýggj talent. Eisini sleppa festivalgestirnir at uppliva tónlistanøvnini á smærri og meira inniligum pallum, áðrenn tey fara út at spæla á teimum stóru pallunum kring heimin.
 
Seinastu árini hava Føroyar fingið alt meira rúm á hesum viðurkenda festivalinum. Og í dag bleiv so kunngjørt, at Aggrasoppar, Elinborg og Joe & The Shitboys sleppa at spæla í Brighton í ár.
 
Millum stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á teirra yrkisleið, eru stór og heimskend nøvn sum t.d. Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite, Laura Marling og mong, mong onnur.
 
Fyri ikki at gloyma so settu Føroyar so dyggiliga sín dám á festivalin fyrstu ferð í 2022, tá heili fýra føroysk tónlistanøvn vóru við á almennu skránni.

Øll tey trý føroysku tónlistanøvnini, sum eru við í ár, fara at spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør, meðan festivalurin er.
 
Eins og í fjør fer FMX í samstarvi við G! Festivalin at skipa fyri einum serligum føroyskum tiltaki í Brighton, sum fer fram um dagin. À tiltakinum fara øll tey trý føroysku nøvnini at spæla. Tiltakið er opið fyri umboðum úr altjóða tónleikavinnuni, umframt fyri almenniningum. Tiltakið er eisini partur av almennu skránni. Undirtøkan hevur verið rættiliga góð tvey tey seinastu árini, har tiltakið var sera væl vitjað. Hetta er eitt ískoyti til hinar konsertirnar, sum føroysku tónlistafólkini fara at spæla á The Great Escape hesa vikuna.
 
«Vit eru sjálvsagt ómetaliga fegin um, at tann góða gongdin heldur fram,» sigur Glenn Larsen, leiðari fyri FMX, so findarglaður. «Vit merkja so týðiliga jaligu avleiðingarnar, sum hava verið seinastu árini orsakað av The Great Escape, tí ansurin fyri Føroyum og áhugin fyri føroyskari tónleikavinnu er nógv vaksin. Vit kunnu róliga siga, at lagt verður merki til okkum á sera jaligan hátt.»
 
Hetta kunnu tónlistafólkini vátta, sigur hann:
«Aggrasoppar spældu sum kunnugt eisini í 2023 á festivalinum, men eru nú aftur bodnir av The Great Escape at spæla á einum øðrum meira profileraðum palli, av tí at so nógv er hent seinasta árið. Sama er galdandi fyri Joe & The Shitboys, sum veruliga gjørdu um seg í 2022, har allar konsertirnar hjá teimum vóru útseldar. Hetta legði grundarlag undir teirra seinastu konsertferð í Stórabretlandi. Elinborg spælir fyri fyrstu ferð á The Great Escape, men eg eri ikki í iva um, at hon fer at standa seg sera væl – eins og hon gjørdi, tá hon spældi á Iceland Airwaves í november í 2023. Eg gleði meg ómetaliga nógv at fara til Brighton í mai saman við hesum trímum tónlistanøvnunum.»
 
Samskiparin, sum setur tónleikaskránna saman á The Great Escape, Adam Ryan, er eisini eldhugaður vegna føroysku tónlistafólkini:
 
«Vit eru sera spent og glað um aftur nú í 2024 at kunna samstarva við FMX, sum ger eitt frálíkt arbeiði fyri at stuðla nýggjum tónleikanøvnum. Vit eru fegin um, at The Great Escape Festivalurin kann veita ein pall, har tónlistanøvn úr Føroyum kunnu sýna sín tónleik fram fyri eini víðfevndari tónleikavinnu,» sigur hann.
 
Umframt konsertir eru eisini onnur tiltøk á festivanum, so sum ein stór ráðstevna, har serfrøðingar og onnur í altjóða tónleikavinnuni hava framløgur og kunnu skifta orð á kjakborðsfundum og netverka í stóran mun.
 
Meira fæst at vita um The Great Escape her: https://greatescapefestival.com/
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder