Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu
Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum. Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.
Summi av tiltøkunum í ABC vikuni í ár kunnu vera við til at styrkja nærumhvørvið hjá borgarum og skapa møguleika fyri at blíva partur av nýggjum felagsskapum, ið kunnu halda fram eftir ABC vikuna.
Tiltøkini í ABC vikuni hava ein sera breiðan málbólk, so okkurt er fyri bæði stór og smá. Tiltøkini eru samlað í eini ABC skrá, ið gevur eitt yvirlit yvir tiltøk kring landið. Umframt almennu tiltøkini skipa fleiri samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis átøkum. Tað eru kommunur, stovnar og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu, sum skipa fyri innihaldinum í ABC skránni.
Trý nýggj filmsbrot
Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Umframt eina ABC skrá, hevur Fólkaheilsustýrið eisini framleitt trý nýggj filmsbrot, ið taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, og eru hesi serliga ætlað ungum. Filmstilfarið hjá ABC fyri sálarliga heilsu hevur ofta havt ein breiðan málbólk, og tørvur hevur verið á at framleiða tilfar málrættað ungum. Kanningar hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at tey ungu eru tey, sum serliga meta seg vera ringast fyri sálarliga, og at tað eru ymisk viðurskifti, ið ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu. Nýggju filmarnir kunnu geva íblástur til at skapa nærumhvørvi, sum fremja sálarliga heilsu. Filmarnir verða almannakunngjørdir í viku 40 og verða serliga at síggja á sosialu miðlunum.
Til ber at taka ABC skránna niður her.
Vita, um okkurt er í ABC skránni fyri teg ella onkran, tú kennir, og bjóða gjarna øðrum við til tiltøkini.
Góða ABC viku
Fólkaheilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald