Mentan

90 ára føðingardagur í Sørvági

Í góðveðrinum í dag hevur ein av okkara elstu borgarum 90 ára føðingardag.

2022-06-01 22:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágur: Tað er Vinni Tavsen. Vinni er uppvoksin og hevur búð í Sørvági allar sínar dagar, og giftist við Dánjali Tavsen av Eiði, sum í mong ár var borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Hon er vermóðir til núverandi borgarstjóran í kommununi, Eyð Ellingsgaard, sum í dag var framvið við blómutyssi frá bygdarráðnum.

Vinni hevur verið ein av okkara drúgvu kirkjutænarum, og hevur havt sætið í kirkjuráðnum í nógv ár, harav fleiri skeið sum forkvinna.
Sambært bókini um Sørvágs kirkju, kom hon fyrstu ferð í kirkjuráðið í 1985, har hon tók við eftir mammuna, Victoriu, sum hevði sitið í kirkjuráðnum í samfull 44 ár. Vinni sat í kirkjuráðnum í nógv ár, harav tey flestu sum forkvinna, áðrenn dótturin Susan tók yvir, og sostatt tók triðja ættarlið við.
90 ára dagin heldur Vinni saman við familjuni, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við runda degnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder