Mentan

6b í Skúlanum á Fløtum vann fiskikappingina

Í morgun var steypahandan í Skúlanum á Fløtum í sambandi við, at 6b vann fiskikappingina við Westward Ho í ár. Borgarstjórin handaði gávur og heiðurslønir.

2023-09-26 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tórshavn.fo:

- Vit halda framvegis, at tað er ótrúliga stuttligt, at henda kappingin framvegis fær so góða undirtøku millum skúlarnar.

- Tí á hesum túrum fáa næmingar høvi at royna seg á sluppdekki umborð á Westward Ho, sum taldist millum tær meira enn hundrað sluppirnar, sum komu til Føroya úr Onglandi fyri skjótt 150 árum síðan, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tað eru i veruleikanum bara tvær ordiligar sluppir eftir, Johanna TG326 í Vági og so Westward Ho, sum tit øll vita hevur merkið TN54.

- Endamálið við tiltakinum “Á flot við Westward Ho” er júst hetta, at næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin, fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

Fiskikappingin er skipað sum fiskikapping millum 6. Flokkarnar. Ein fiskitúrur varir tilsamans einar fýra tímar.

Hvør flokkur fær umleið tveir tímar at fiska í. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar.

Fiskur minni enn 25 cm telur ikki við, og verður settur út aftur.

Skiparin skal hava talið á fiskum, og eitt samlað veiðiyvirlit verður, tá allir flokkar hava fiskað, sent skúlunum til kunningar.

- Vit øll í Tórshavnar kommunu eiga sluppina, og nú tit í 6. flokkunum hava roynt hetta, so er at vóna, at tit koma umborð aftur eina aðru ferð, og at onkur tykkara um nøkur ár verður sluppvinur og fer við sum manning, tá skipað verður fyri túrum.

- Eg skal eisini at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum.

- Eisini ein tøkk til skúlarnar, sum hava meldað til, og takk til tykkum lærarar og onnur, sum hava verið við hesar túrarnar. Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni.

- Fiskikappingin í ár hevur verið øgiliga spennandi. Allir fiskitúrarnir vóru nú í august og september – fyrsti túrurin var 23. august og seinasti túrurin var 8. september.

- Tilsamans var Westward Ho 14 túrar við sættu flokkunum í Tórshavnar kommunu.

- Tann, sum fekk tann størsta fiskin var Jósef úr 6b í Hoyvíkar skúla – tann fiskurin vigaði heili 5,3 kilo. Hjartaliga tilllukku við tí.

- Tann flokkurin, sum fiskaði mest hesaferð, var 6b í Skúlanum á Fløtum, sum fekk 40 fiskar. Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við sigrinum, segði borgarstjórin, áðrenn hann handaði gávur og heiðurslønir.

a person shaking hands with a boy

a person standing in front of a group of people sitting on the ground

a person standing with a group of kids

a group of people posing for a photo

Prince Sverre Magnus of Norway et al. posing for a photo

a group of people sitting at a table with food

a group of people sitting at a table eating food

a person speaking to a group of people sitting on the ground

a group of people sitting on a bench

a boat full of people sailing on water

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder