2024-03-08 15:27
5.300 HARUR VÓRÐU SKOTNAR Í 2023
So var hon her, frágreiðingin:
“Haruveiðan í Føroyum 2023”
Í 2023 samlaða talið av skotnum harum í Føroyum 5.300 harur Harurnar vórðu skotnar á 556 túrum í 234 høgum kring landið. Hetta er 24% færri harur enn í 2022, tá 6.578 harur vórðu skotnar í Føroyum.
SØRVINGAR RASKASTIR
Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2023 vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, eisini nevndur “Vørðufelli” í Sørvági. Teir skutu 129 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Norðaripartur” eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”, eisini í Sørvági. Teir fingu 128 harur á 7 túrum. Á triðja plássi vóru teir, ið skutu í “Kirkjubøhaga - Fyri Heiman” í Kirkjubø.Teir fingu 123 harur á 3 túrum.
Flestu harurnar vórðu skotnar í Sørvági. Tilsamans skutu sørvingar 463 harur. Í Miðvági skutu teir 437 harur og í Vestmannai 361 harur.
1/3 AV HARUNUM SKOTNAR Í STREYMOYNNI
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.011 harur, sum er 38% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2023. Í Vágum skutu teir 1.381 harur, í Eysturoynni 831 og á Borðoynni 361 harur.
3 HARUR PR BYRSU
Fyri alt landið vórðu skotnar 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er eitt sindur meira enn í 2022 tá teir í miðal skutu 2,74 harur pr. byrsu hvønn dagin, men minni enn í 2021, tá miðaltalið var 3,33.
Á teimum 556 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2023, var veiðan millum 0 og 74 harur hvønn túrin. Vanligast var tó at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,79 harur á hvørjum túri í 2023. Hetta er eitt vet lægri enn 2022, tá miðalveiðan fyri hvønn túrin var 10,13 harur, men eitt sindur meira enn í 2021, tá miðalveiðan var 8,58 harur á hvørjum túri.
Alt hetta, og nógv afturat, kanst tú lesa um í frágreiðingini, sum nú er komin út.
Frágreiðingin hesaferð er 44 síður til longdar (pdf-fíla 1,9 MB) og kann takast niður á leinkinum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald