Mentan

215.00 krónur til Team Rynkeby Føroyar

Leygarkvøldið 28. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri. Aksel Haraldsen var vertur í ár, og hann beyð vælkomin, nú níggjundi døgurðin varð hildin; hesa ferð á Hotel Føroyum.

2022-05-29 12:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var sera gott. Áðrenn farið varð til borðs, sang Haderslev drengekor í gongini fyri gestunum.

Bæði gaman og álvari vóru á skránni hetta kvøldið. Umframt fyrsta floks tónleikaframførslur frá Herborg Torkilsdóttir, Benjamin Petersen, Brimhvítt, Inga Poulsen og Jens Marna Hansen og skemt frá Sjúrði Skaale, hevði Barbara Holm samrøðu við Benjamin Petersen, sum er pápi gentu, sum hevur havt hjartasjúku.

Tá ið borðhaldið var um verða liðugt, handaði Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekk fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin var 215.000 krónur.

Vit á Team Rynkeby Føroyar-liðinum takka Hotel Føroyum fyri at lata høli, kokkar, uppvaskarar, samskipan og hjálparfólk. Takk til øll, sum vildu undirhalda. Eisini takka vit Steingrund Akustik fyri tøkniliga framleiðslu og útgerð. Takk til PM Heilsølu, H.J. Hansen Vin, Føroya Bjór, Einar’s Distillery, Okkara, Damfar, Landshandlinum, Blómuhúsinum, Blikksmiðjuni og Thomas Dam á Hálsi fyri mat, drykkjuvørur og annað tilfar. Túsund takk til øll, sum keyptu atgongumerki og komu til døgurðan; uttan tykkum var eingin galladøgurði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder