TÓNLEIKAKAPPING: Talan er um eina kapping, sum fyri fyrstu ferð verður skipað her í Føroyum. Aðrastaðni í heimi er henda kappingin, sum ber heitið ”Crescendo kamartónleikakapping” væl kend – og væl umtókt.
Nú verður skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík karmur um hesa serstøku tónleikakappingina, sum byrjar leygarmorgunin klokkan 9 og heldur á til seint seinnapartin. Umleið klokkan 5, hava allir hesir spentu tónleikararnir vísti kynstur síni fyri teimum fýra dómarunum, hinum tónleikarunum og øðrum áhugaðum.
Crescendo kamartónleikakapping tekur støðið í teim klassisku ljóðførunum, og er ein treyt, at framførslurnar skulu vera við akustiskum ljóðførum.
Kappingin tekur støði í Musikkkskúlaskipanini. Her sleppa solistar ikki við, men talan er um størri og smærri bólkar av tónleikarum í ymiskum aldrum og upp til 21 ár.
- Vit vónaðu, at einir 20 bólkar fóru at luttaka. Um tað blivu so nógvir bólkar, ja, so var okkara ”succeskriteri'i” í lagi.
- Men vit blivu tiknir á bóli, tí tað vísti seg, at áhugin var so mikið stórur, at tá freistin fyri at tilmelda seg var úti, var talið av bólkum komið uppá heilar 48, siga tveir fegnir fyrireikarar - Eirikur Skála, leiðari í musikkskúlanum í Vágum, og Tóri Restorff Jacobsen, sum er leiðari fyri musikkskúlan í Nes sókn.
Uppgáva teirra verður nú at fáa avgreitt kappingina millum allar bólkarnar og tónleikararnar, sum verða einir 120 í tali.
- Vit fingu her ein luksus-trupulleika. Men vit eru til reiðar, tá tann fyrsti bólkurin byrjar at spæla leygarmorgunin klokkan 9:00, siga teir báðir fyrireikararnir.
ÚR ØLLUM LANDINUM
Kappingin verður skipað í trimum aldursbólkum, har tey elstu fara at spæla fyrst. Aldursbólkarnir eru frá 0 til 10 ár, 11 til 15 ár og frá 16 til og við 21 ár. Teir yngstu tónleikararnir í kappingini ganga í 3. flokki.
Tað góða og áhugaverda við kappingini er, at allir hesir 120 tónleikararnir í roynd og veru koma úr øllum landinum at spæla henda klassiska tónleikin í Klaksvík.
Frammanundan kappingini hava bólkarnir vant dúgliga saman, og nú kappingin skal byrja, hava teir somuleiðis sent nótarnar til teir fýra dómararnar, soleiðis at hesir kunnu fylgja við gongdini í framførsluni.
Dómarar eru Martin Mouritsen, Claire S. Thomsen, Heri Ellingsgaard og Bernhardur Wilkinson.
Ein onnur avbjóðing hjá teimum 48 bólkunum er, at eingin fer at stjórna teimum, meðan teir spæla. Teir hava nú sjálvir ábyrgdina, og mugu byrja ísenn, spæla tónleikaverkið rætt og sjálvandi enda samstundis.
VÆL STUÐLAÐ
Crescendo kamartónleikakappingin er, sum orðið sigur, ein kapping, og er tí ikki at meta sum ein konsert, hóast tónleikurin er bæði góður og væl framførdur.
Og tá talan er um kapping, so eru altíð vinningar at fáa. Vert er at nevna, at áhugin fyri kappingini er stórur, og at hon er væl stuðlað av bæði Betri Grunninum, Norðurlandahúsinum, Hiddenfjord, Pizza 67, Cafe Cibo og Haps.
Umframt gávukort og pening sleppa vinnararnir í hvørjum aldursbólki somuleiðis at luttaka í Barnafestivalinum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í februar næsta ár.
Áhoyrarar eru vælkomnir at lurta eftir tónleikinum frá tí at byrjað verður, til alt er liðugt beint áðrenn klokkan 17, tá virðislønir og heiðusbrøv verða handaði í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.
At enda kann verða nevnt, at alt bendir á, at Crescendo kamartónleikakappingin er komin fyri at vera. Enn er ikki avgjørt nær tað verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald