2023-01-09 16:47
Í hesum sambandi verur skipað fyri 100-ára minnishald í Víkingahúsinum, í Sarpugerði,
í Norðragøtu, leygardagin 14. Januar 2023, kl. 16.00.
Á hesum haldið verður lýst í orðum og myndum, tað sera stóra arbeiði, sum Arnleyg og Tummas gjørdu, fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum nokk er eindømi í Føroyum.
Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna og hvønn týdning hettar hevur fyri bygdina í dag.
Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við.
Eystanljóð kemur eisini at framføra sangir á tiltakinum. Bjóða verða kaffi og køkur.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald