2023-11-10 09:40

Týsdagin 14. november verður 100 ára minningarløta, síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra ungir miðvingar sjólótust og nógvir vórðu bjargaðir í herviligari kavaódn.
Kl. 18:30 minningarhald við minnisvarðan í Miðvági
- Marjun í Kálvalíð hevur andakt og kransur verður lagdur
Kl. 19:15 minningarløta í Bygdaskúlanum í Miðvági
- Frágreiðingar um ringa útróðrardagin 14. november 1923
- Sangluttøka: Sámal Ravnsfjall, Systkini á Løgmansbø og Tórfríð Tavsen
- Aftaná verður drekka og framsýning
Vegna fyrireikararnar Andrass, Jan, Kári og Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald