Í longri tíð hevur fólkatalið í Tvøroyrar kommunu gingið rætta vegin og hevur verið støðugur vøkstur síðan 1. desember 2019, tá 1703 borgarar vóru í kommununi. Í dag eru vit 80 fleiri borgarar enn tá. Hetta svarar til ein vøkstur upp á uml. 4,6 % í fólkatalinum og er tað at gleðast um.
Vit nærkast fólkatalinum frá 2004, sama dato, tá 1787 fólk búðu her. Annars skulu vit heilt aftur til 1994 fyri at finna nevnivert fleiri fólk, júst sama dato. Tá vóru 1864 fólk í kommununi.
Fólkatølini seinastu 12 mánaðirnar í kommununum í Suðuroynni sær soleiðis út (fyrra talið er 24. juni 2021 og tað seinna er 24. juni 2022)
Fámjin 83/81 = -2
Hov 103/104 = +1
Hvalba 680/669 =-11
Porkeri 328/330 =+2
Sumba 359/347 = -12
Tvøroyri 1769/1782 = +17
Vágur 1362/1361 = -1
(Kelda: Landsfólkayvirlitið)
(Mynd: Leivur Nygaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald