Mentan

 Fyrsta útgáva av bókini um bátasmíð í Sandavági er nærum útseld

Tí er bókin “Føroyski báturin - Bátur og bátasmíð” endurprentað. Og bøkurnar eru komnar til Sandavágs.  Vit eru ovfarin av undirtøkuni og gravganginum eftir bókini.

2023-08-17 23:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


BÁTASMÍÐ OG BÓKAPRÁT Í STEIGARTÚNI

Fríggjadagin, frá klokkan 14:00, verður bátaprát við Terja R. Jakobsen, bátasmiðin í Steigartúni. Um gongdina at smíða 5-mannafarið, og hvat er eftir at gera.

Fríggjadagin vera eisini í Steigartúni, Heini og Jan Erik, rithøvundarnir á bókini “Føroyski báturin - Bátur og bátasmíð”. Bókin verður til keyps á staðnum, og møguleiki er at fáa bøkur signeraðar, ið ikki eru tað.

Heini og Jan Erik hava eisini skipað fyri teimum 14 vælumtóktu plakatunum, sum eru í Steigartúni.

BÓKIN FÆST TIL KEYPS Í HESUM HANDLUM
Bartalsstova/Samkeyp í Sandavági.
Fiskastykkið/Úti á Gjógv í Sandavági.
Gamli Bókhandil (HNJ) í Havn.
Rit & Rák í SMS í Havn.
Bókabúðin í Saltangará.
Alfa bókhandil í Klaksvík.

HEIMILDARFILMUR UM BÁTASMÍÐ
Rás Vágar vitjar javnan í Steigartúni til upptøkur. Tað verður spennandi at síggja í heyst, hvat hesir báðir úrmælingarnir, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg, hava fingið í “kassan” til heimildarfilmin um bátasmíð. Livst so spyrst.

BÁTURIN ER TIL SØLU
Báturin er til sølu og bjóðast kann longu nú uppá hann, hann kann handast keypara, tá hann er liðugt smíðaður.
Støddin er 5-mannafar. Við fylgja 4 árar og róður. Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur á ólavsøku 2023. Áhugað kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder