2022-10-24 14:02
Limirnir fara at spæla øll tey vanligu spølini; kortspøl og borðspøl, og møguleiki verður eisini at royna okkurt spæl, sum tú ikki hevur roynt áður. Drekkamunnur verður og felagssangur.
Endamálið við kvøldinum er at koma saman til hugnaliga samveru, og um undirtøkan verður nóg góð, fer felagið at endurtaka slík kvøld, og tá kanska vit eisini fara at spæla onnur spøl. At spæla er ikki bara kapping, men eisini undirhald, ein máti at menna vitið og røkja andaligar førleikar. Tiltakið verður í Bygdahúsinum í Miðvági.
Vága Pensjónistafelag fer annars at hava limatiltak aftur í november, og jólaveitslan verður væntandi fyrst í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald