Bátafestivalurin á Toftum er, sum altíð, fyrsta vikuskiftið í mai - í ár verður dagurin leygardagin 4. mai.
Hallur er fyrsta navnið, ið verður bookað eftir loknan festival, og sjálvandi eru teir altíð klárir!
Í ’23 leveraði Hallur Joensen Band enn einaferð, tá fleiri enn 600 fólk hoyrdu teirra tónleik runga í stóra teltinum á havnarlagnum á Toftum. Tað var eitt brak av einum dansi!
Tað er ein fragd at vera við á Bátafestivalinum á Toftum fyri Hallur Joensen Band.
Aftur í ár verður sjálvandi siktað eftir meti, dansurin í 2023 var ein heilt fantastiskur, hetta ætla vit heilt víst at endurtaka, tá vit øll fara at dansa til tónleikin hjá Halluri Joensen Band í tjaldinum á Bátafestivalinum á Toftum.
Hallur & Co spæla sjálvandi aftur á Bátafestivalinum í ár, og tað verður við einum braki av einum dansi. Vit gleða okkum til ein fantastiskan dans, og sum altíð verður tað spennandi at hoyra og síggja Hallur Joensen Band til árliga dansin á Bátafestivalinum á Toftum.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 4.mai.
Fyrireikararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald