Mentan

  90 ára føðingardagur í Varðagøtu

Fríggjadagin 8. des. eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn.

2023-12-06 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fríggjadagin 8. des. eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn. Undangongukvinnurnar byrjaðu barnagarð og skúla í Bringsnagøtu í 1931. Men barnatalið vaks støðugt, og trongligt var í kommunalu skúlanum, so teirra íløga bøtti væl um.

H.C.W. Tórgarð arkitektur í Havn teknaði skúla og kirkju, sum standa sum varðar yvir hesi farnu 90 ár.

Vakri, reyði skúlabygningurin er ein eyðkend býarmynd í høvuðsstaðnum.

Fransiskanarasystrarnar, ið høvdu ymiskan tjóðskap, funnu rætta stevið í felagsarbeiðnum, børnunum í býnum at frama. Virkisfýsni teirra fevndi um fólkaskúla, vøggustovu, barnagarð, forskúla, húsarhaldsskúla, kvøldskúla o.a.


Skúlin bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið í Sankta Frans skúla at halda henda merkisdag

fríggjadagin 8. des. 2023 kl 9 – 13


Blíðar heilsanir.

SANKTA FRANS SKÚLI

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder