Mentan

  360 milliónir kristin verða atsøkt

Í dag leggur Open Doors fram World Watch List, ið er listin har harðskapurin móti kristnum er størstur.

2023-01-18 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

360 milliónir kristin verða atsøkt

Í dag leggur Open Doors fram World Watch List, ið er listin har harðskapurin móti kristnum er størstur. Listin verður lagdur fram í parlamentum kring heimin í januar. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá Open Doors vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.  Hóast talið av kristnum, ið verða jagstrað, ikki er broytt í mun til í fjørð, eru týðilig tekin um, at styrkin í jagstranini er vaksin seinasta árið

Norðurkorea
Norðurkorea er aftur á fyrsta plássi á World Watch Listanum í 2023, meðan Afganistan er fallið fleiri pláss eftir at hava verið á fyrsta plássi í fjør. Landamørkini um Norðurkorea eru vorðin væl snørd sum fylgja av koronu.


Afrika

Í ár eru 13 lond á World Watch-Listanum, sum liggja í Afrika, sunnan fyri Sahara. Í øllum 13 londunum er harðskapurin ímóti kristnum á sama høga støði ella er vaksin seinastu árini.

Felagsnevnarin fyri tey afrikansku londini er, at politiska støðan í londunum er óstøðug. Samstundis eru tað fátøk lond, sum vóru við at byggja seg upp eftir koronu-farsóttina, tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina og steðgaði menningini. Samansetingin av matvørutroti, hækkandi prísum og óstøðugum politikki hevur givið jihadistiskum bólkum størri rásarúm


“Kina sniðið” breiðir seg
Nógv lond søkja íblástur úr Kina, har stýrið, við Xi Jinping á odda, roynir at lýsa av nýggjum, hvat menniskjarættindi eru. Londini royna at herma eftir væleydnaðu umsjónini, sum Kina hevur á tjóðini og eftir búskaparvøkstrinum í landinum.

Íblásturin hevur breitt seg til lond bæði í Landsynningsasia og Miðasia. Tá ið londini byrja at apa seg eftir umsjónini, ið Kina hevur og teirra áskoðan á mannarættindi, eftirapa tey eisini áskoðanina á kristin, sum eina hóttan ímóti stjórnini. Jú meira tey kristnu royna at halda fast við síni frælsisrættindi, tess meira trýst leggja myndugleikarnir á tey. Tey kristnu verða sædd sum ein hóttan ímóti tjóðartrygdini. Kirkjur verða stongdar, og kristin verða handtikin


Støðan í Latínamerika versnar

Nikaragua stígur inn á World Watch Listan í 2023 og tekur talið av latínamerikanskum londum á listanum upp á fýra. Fyri bara trimum árum síðani var Kolumbia tað einasta latínamerikanska landið á listanum. Bæði Kolumbia, Kuba, Meksiko og Nikaragua eru fl utt upp á listan í 2023.

Korrupt og óvirkin stýri í Latínamerika hava givið brotsmannabólkum rásarúm, sum jagstra kristin, ið eru ímóti brotsgerðum. Jagstranin sæst ofta sum ógvuslig álop, og í ringasta føri verða kristin fólk dripin. Í Nikaragua og Kuba kúga stjórnirnar kristin, ið verða sædd sum mótstøðufólk ímóti landsins kommunistisku skipan.



Kirkjan í Miðeystri minkar

Mong ár hava kristin í Miðeystri verið undir ógvusligum trýsti. Tað sæst av, at talið av kristnum fellur. Í millum annað Saudiarabia nýtir stýrið lóg ímóti yvirgangi sum grundarlag fyri at kúga andstøðuna í landinum. Tey, ið eru ímóti stýrinum, fáa langar fongsulsdómar fyri smáar atfinningar ímóti stýrinum. Tí eru tey kristnu í landinum sera varin, og tey royna at sleppa undan at siga nakað, ið kann skiljast sum misnøgd við myndugleikarnar.

Áralanga trýstið frá Islamskum státi í millum annað Sýria og Irak hevur fingið mong kristin til at flýggja. Hjáveran av Islamskum státi hevur havt við sær stórt arbeiðsloysi millum kristin og øktan illvilja frá restini av fólkinum. Heilt smá børn, sum hava kristin foreldur, uppliva mismun og happing í skúlanum. Harafturat verða kristin í landnyrðingssýria trýst av turkiskum álopum í økinum. Álopini hava við sær, at fl eiri flýggja og leggja eftir seg kristnar felagsskapir uttan leiðara í næsta ættarliði.


Tey góðu tíðindini - størri tolsemi í Flógvastátunum

Tað eru ikki bara ring tíðindi á World Watch List 2023. Í londum sum Barain, Sameindu rabisku emiratunum og Egyptalandi er ein glæma av ljósi í myrkrinum. Í Egyptalandi er størri dentur á tjóðskaparligan einleika, og í Barain og Sameindu arabisku emiratunum á tolsemi. Tað er ein mótvekt til radikala islamismu, og tað gevur størri vinsemi til tey kristnu. Í øllum londunum er haturstala móti útlendskum kristnum ikki loyvd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder